VEKS liðvenjing í Kvívík
Nú fer VEKS at hava hava liðvenjingar í fimleikahøllini í Kvívík frá 5/11 - 6/12. Venjingin er fyri fólk 65+ ár, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman.
Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við.
Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið.
Fyrsta venjing verður týsdagin 5. september.
Tilmelding kann gerast við at ringja á telefon 79 32 78.
Onnur tíðindi
Vegna teknisk brek á bilinum, sum savnar rusk i Vestmanna og Kvívík, vera ruskposarnir heintaðir í morgin 22-09-2026.
Í nógv ár hava fólk í Kvívíkar sløkkiliðið tænt lokalu tilbúgvingini og trygdini væl. Í gjár vórðu nøkur av hesum heiðrað á kommunuskrivstovuni. Somuleiðis fingu hesi sløkkiliðsfólkini gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu.
Vegna jarðarferð verður kommunustýrisfundurin, sum varð lýstur at verða mikudagin 2. septembur 2026 kl. 15.30 avlýstur. Málini sum vóru sett á skrá verða útsett til næsta kommunustýrisfund sum verður hósdagin 1. oktobur 2026 kl. 15.30.