Brævatkvøður til kommunuvalið 2024
Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 11. novembur 2024.
Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á tlf. 662400 í seinasta lagi kl. 12.00 mánadagin 11. novembur 2024.
Fram til kommunuvalið 12. novembur 2024 er kommunuskrivstovan opin soleiðis:
Mánadag - fríggjadag
09:00 - 15:00
Onnur tíðindi
Aftur í ár verður skipa fyri Jóansøkubáli á Leynasandi. Eins og í fjør hevur kommunan heitt á svimjifelagið Hellufossur um at samskipa tiltakið.
Her er ein lýsing av plantunum, sum borgarar fingu eftir ruddingardagin
Í summar er ætlanin hjá Kvívíkar kommunu at halda fram við arbeiðinum at gera kloakkina lidna í Kvívík.