Landsverk ger nýggjan busslumma í Leynum

Kvívíkar kommuna fegnast um at Landsverk í hesum døgum hevur sett sjøtil á at gera ein busslumma í Leynum. Hetta fer at økja nógv um ferðslutrygdina hjá ferðandi við bygdaleiðum.
Kvívíkar kommuna hevur í fleiri umførum heitt á bæði Strandferðsluna og Landsverk, um at fáa flutt busssteðgiplássið Frammi á Trøð inn á Leynarveg í Leynum. Sitandi kommustýri hevur víst á eitt øki, matrikul 1q í Leynum, sum Kvívíkar kommuna eigur. Hetta øki liggur á Leynarvegi, einar 300 metrar frá innkoyringin til Leynar.
Kvívíkar kommuna fegnast um, at tað endiliga hevur eydnast at fáa flutt steðgiplássið av landsvegnum. Foreldur hava verið ótrygg og hava ikki torað at latið børn teirra koyrt við bygdaleiðum, tí tey skulu út á ein veg við nógvari ferðslu. Børn og onnur ferðandi skulu út á vegin at standa og bíða eftir bussinum, har einki bussskýli ella steðgipláss hava verið. Hetta hava ikki verið nøktandi umstøður til ferðandi.
Kvívíkar kommuna takkar bæði Landsverk og Strandferðsluni, at tað nú endliga hevur eydnast at fáa tryggar umstøður til ferðandi í Leynum.
Myndasavn
Onnur tíðindi
Val til Kirkjuráðini er lýst at verða 4. Novembur, 2025. Kirkjusóknin umfatar bygdirnar Kvívík, Leynar, Stykkið og Skæling.
Her er kvøldskúlaskráin fyri veturin 2025/26 Skráin verður borin út í viku 38. Tilmeldingin letur upp 2. oktobur kl. 15.00. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar sunnudagin 6. oktober, kl. 12:00.
Mánadagin 18. august fekk Edvard Petersen handað lærubræv, nú hann er útlærdur húsavørður.