Jólatrøini tendra 27. og 30. novembur
Í ár fara jólatrøini í Kvívíkar kommunu at tendra soleiðis:
Hósdagin 27/11-25:
Jólatræið í Leynum verður tendra kl. 17:00
Magni Christiansen luttekur við sangi.
Eisini kemur jólamaðurin at vitja, og kommunan bjóðar kakao og bollar.
Sunnudagin 30/11-25:
Jólatræið á Válinum verður tendra kl: 14:00
Magni Christiansen luttekur við sangi og Teodor Eli Dam Olsen sigur nøkur orð.
Eisini koma jólamenninir at vitja, og kommunan bjóðar kakao og bollar.
Jólatræið á Stykkinum verður tendra kl: 15:00
Magni Christiansen luttekur við sangi og Theodor Eli Dam Olsen sigur nøkur orð.
Eisini koma jólamenninir at vitja, og kommunan bjóðar kakao og bollar.
Jólatræið í Kvívík verður tendra kl. 16:00
Jórun Simonsen setur haldið og Magni Christiansen luttekur við sangi.
Eisini koma jólamenninir at vitja, og kommunan bjóðar kakao og bollar.
Onnur tíðindi
Nú okkara leiðari fer at royna nýggjar leiðir, hava vit tørv á nýggjum leiðara til Dagstovnin Áarlon í Kvívík at byrja 1. juli. 2026 ella eftir nærri avtalu. Dagstovnurin Áarlon í Kvívík , umfatar vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla og ungdómsklubb.
Aftur í ár skipar svimjifelagið Hellufossur fyri vikuni Kvívík Svimur. Sí skránna her.