Hósdagin 23/1 kl. 20.00 verður almenn kvøldseta á Grønanesi, í samband við at VEKS er 10 ár.

Skrá:
20.00 Vælkomin – Sára Jógvansdóttir, forkvinna í stýrinum fyri VEKS.
20.05 VEKS - nýggja leiðin. Páll á Reynatúgvu, stjóri.
20.15 Kórið hjá Magna Christiansen syngur tveir sangir.
20.30 Felagssangur.
20.45 Magni Mohr, professari. Framløga um fólkaheilsu.
21.00 Te, kaffi og okkurt gott afturvið.
21.15 Føroyskur dansur við Norðstreymoyar Dansifelag.
21.45 Kvøldsetan endar.
Líknandi kvøldsetur verða seinni á Mørkini, og á Korndalsbýlinum.
Onnur tíðindi
Lastbilurin verður seldur, sum hann stendur. Hevur tú fyrispurningar, ert tú vælkomin til at ringja á 292401
Í gott tvær vikur hava 10 ungdómar verið ”Ung í arbeiðið”. Byrjað varð 27 juni og uppgávurnar vóru fleiri. Tey vóru deild upp í bólkar, alt eftir hvar tey skuldu arbeiða.
Móttøkan, sum skuldi verða í Miðhøllini í Vestmannaskúla í kvøld fyri landsliðsspælarunum er avlýst, tí fleiri teirra ikki kunnu møta kortini.