Gongutúrurin 2. hvítusunnudag

Útgivið 11. juni 2025

Í góðveðrinum 2. hvítusunnudag var árligi gongutúrinum, sum Kvívíkar kommuna hevur skipað fyri í nógv ár. Eitt deiligt afturvendandi tiltak, sum samlar fólk í øllum aldri.

Hesa ferð var túrurin eitt sindur øðrvísi fyriskipaður. Tí fyrr í ár vendi Ari Johannesson, sum Hagastýrislimur í Frammihaga, sær til mín. Teir bjóðaðu seg fram at fyriskipa árliga gongutúrin. Kommunan tók av, og skjótt vendi hagastýri aftur. Teir høvdu avgjørt at skipa ein túr, av Mýrunum, sum so skuldi enda við hugna í rættini Frammi í Dal.

Túrurin byrjaði við, at bussar koyrdu fólkið úr Kvívík og fram á Mýrarnar. Klokkan var um hálvgum trý,  tá farið varð til gongu. Fyrst varð gingið niðan á Stígarnar, síðan niðan undir Sneis og fleiri vóru tey, sum fóru túrin upp á Sneis. Onkur helt at hetta sá møtimikið út. Men við góðari hjálp frá fyriskiparanum, eydnaðist tað hjá fleiri av luttakarunum at koma upp á toppin, og ikki minni at koma væl oman aftur. Síðan var gingið heim eftir Stígunum, oman við Ærgisá og oman í rættina Frammi í Dal.

Í rættini  borðreiddi hagastýrið við ræstari súpan til øll, sum smakkaði sera væl. Eisini var ein góður  kaffimunnur og heimabakað kaka omaná. Tá øll høvdu notið ein góðan bitan eftir ein góðan túr,  hevði Ari eina frásøgn um eitt nú, hvussu leingi Sneis hevur staðið har so ronk.  Eisini greiddi hann frá, um tað deiliga og náttúra vakra økið Frammi í Dal og har rundan um. Hetta er ein sonn perla, sum nógv ongantíð hava sæð. At enda vóru  tveir sangir sungnir, við góðum harmonikuspæli frá Ara.

Sum borgarstjóri, fari eg at takka fyri einum so sera væl fyriskipaðum túri og  stóra tøkk fáið hagastýrið fyri tað. Tað er stuttligt at luttaka til ein slíkan túr,  har alt er so væl lagt til rættist og øll kunnu verða við.

Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri

sí myndir frá túrinum her:



























Onnur tíðindi