Heimapartar í Kvívíkar kommunu
Útgivið 13. juni 2025
Byrja verður at skera heimapartarnar upp kl. 17.00
Í samband við heimapartarnar í Kvívík, á Stykkinum, í Leynum og á Skælingi, heitir kommunan á fólk, um at koma til Kvívíkar skera upp og heinta heimapartarnar.
Heimapartarnir á Válinum verða skornir upp í Vestmanna uml. kl 17, og skulu Válafólk heinta sín heimapart har.
Kvívíkar kommuna
Onnur tíðindi
Útgivið 13. mai 2026
Leiðari til Dagstovnin Áarlon í Kvívík
Nú okkara leiðari fer at royna nýggjar leiðir, hava vit tørv á nýggjum leiðara til Dagstovnin Áarlon í Kvívík at byrja 1. juli. 2026 ella eftir nærri avtalu. Dagstovnurin Áarlon í Kvívík , umfatar vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúla og ungdómsklubb.
Útgivið 13. mai 2026
Skrúvað verður fyri vatninum á Ovara Vegi og Garðavegi í Leynum
Útgivið 11. mai 2026
Kvívík Svimur 17. - 24. mai
Aftur í ár skipar svimjifelagið Hellufossur fyri vikuni Kvívík Svimur. Sí skránna her.