Ung í arbeiði 2025

Í gott tvær vikur hava 10 ungdómar verið ”Ung í arbeiðið”. Byrjað varð 27 juni og uppgávurnar vóru fleiri. Tey vóru deild upp í bólkar, alt eftir hvar tey skuldu arbeiða.
Hesir røsku ungdómar hava verið sera arbeiðssom. Við Jógvan, sum góðum lærumeistara, hava tey fríðkað um í bygdunum, og verið við til at viðlíkahalda bygningar hjá kommununi.
Ein av uppgávunum, ið flest okkara, ið hava roynt ung í arbeiði munnu minnast, er lúkingin. Fyri ungdómarnar í ár var hendan uppgávan heldur einki undantak, tí lúkast skuldi bæði gøtur og tún í kommununi.
Uppgávurnar, ið hava verið eru millum annað, umvælt hegni á sparkivøllinum og hampað runda um skúlan í Leynum. Á Válinum er fríðkað og lúkað á nýggja samlistaðnum mitt í bygdini. Eins og tey hava verið aðrar staðni í kommununi og lúkað eisini.
Í nógv regninum tann eina dagin, settu tey seg niður at kanna, hvør Kvívíkar kommuna er. Úrslitið varð at tey valdu at gera ein spurnakapping millum øll húskini í kommuni. Spurnablaðið fara tey at koyra í postkassarnar. Svarini skulu latast inn í postkassan á kommunuskrivstovni í seinasta lagi sunnudagin 13. juli 2025. Lutakast verður millum røttu svarini, sum koma inn. Vinningurin er eitt kartong av sodavatn.
Hesar vóru bara nakrar av uppgávum hjá røsku ungdómunum. Kvívíkar kommuna takkar teimum fyri hesar vikurnar.
Endað verður morgin við grillfest, har arbeiðsformaðurin grillar teir tiltiknu góðu búffarnar og annað gott til tey.
Onnur tíðindi
Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir skrivstovufólkið, at byrja frá 1. januar 2026 ella eftir avtalu.
Kvívíkar kommuna samtykti á fundi 28. august 2025, at broyta byggisamtyktina fyri Kvívík. Ætlanin er at broyta part av matr.nr. 191a og part av matr.nr. 402a í í Kvívík.
Frá leygardegnum 11. oktobur til mánadagin 20. oktobur er svimjihylurin stongdur.