Arbeiðið á Kirkjuvegnum gongur væl
Arbeiðið við at binda kloakkina í spillvatnsskipanina gongur væl, niðari partur av Kirkjuvegnum er grivin upp og er lagt í aftur niðan á hornið við prestagarðin.
Nýtt reinsannlegg er lagt niður í vegin niðri í Urð. Kommunan hevur valt í sama viðfangi, at fingið lagt nýggja høvuðsvatnleiðing og innføringar til húsini. Væntandi verður hetta arbeiði liðugt áðrenn ólavsøku. Síðan verður farið í gongd við ovara partin, frá brandstøðini og niðan á Junkaravegin.
Tað er fyritøkan R Transport á Strondum, sum ger arbeiðið. Kvívíkar kommuna er sera vælnøgd við arbeiðið, sum R Transport hevur gjørt higartil, og vónar at teir kunnu halda áfram við arbeiðinum við spillivatnsætlanini komandi ár. Komandi ár er ætlanin at halda áfram við arbeiðinum, við at knýta í nýggju spillivatnsskipanina. Tá arbeiðið á Kirkjuvegnum er liðugt í summar, verður kirkjuvegurin asfalteraður og væntandi fer hetta at verða gjørt í heyst.
Í løtuni verður kloakkin eisini løgd tvørtur um ánna. Tað er fyritøkan Sp/f Grettir, sum hevur saga/skorið í helluna í ánni og lagt kloakkin niður í.
Arbeiðið við at vetrarfriða á Stykkinum er farið í gongd og gongur væl. Ætlanin er at fáa gjørt ovara partin av bygdini lidnan í ár.
Seinni í summar er ætlanin at fara undir at gera eina gøtu í Leynum. Hendan gøtan skal gerast millum Ovara Veg og Leynarveg. Gøtan skal enda niðri við nýggja busssteðgiplássið, sum Landsverk ger í Leynum. Eisini verður portur sett í nýggja kirkjugarð seinni í summar. Tað er Kaj Heri Joensen sum hevur sniðgivið og gjørt portrið.
Myndasavn
Onnur tíðindi
Kommunuskrivstovan er stongd í tíðarskeiðinum 20. juli - 10. august 2026
Nú sleppa ferðafólk loksins undan at ganga tvørtur um landsvegin fyri at koma í bussin hjá bygdaleiðum, tá tey ferðast til og úr Leynum.
Í mai í ár vóru liðin 15 ár, síðan Karstin S. Wang varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu.