Grundøki í Leynum til bústaðarbygging

Útgivið 16. juli 2025

Vegna Kvívíkar kommunu verða 9 grundøki lýst til sølu til bústaðarbygging. Talan er um matr. nr. 6l, 6m, 6n, 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t, Leynar, sum tilsamans eru 4.805 m2. Ognirnar liggja í Ovara Gerði, sum er bústaðarøki B í byggisamtyktini, ætlað til sethús við í mesta lagi tveimum íbúðum, og – eftir serloyvi frá byggivaldinum – tvíhús, raðhús, ketuhús ella aðrar líknandi bústaðir fyri eitt húski.

Ognirnar verða seldar undir einum. Prísurin er kr. 500,- fyri fermeturin.

Áhugaðir keyparar verða bidnir um at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og nær bygging kann verða framd.

Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan tilskilar sær rætt til at velja tað boðið, sum verður mett hóska best til tørvin og ætlanina fyri økið.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Kvívíkar kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

Nágreiniligari tilfar og treytir fyri søluni fáast við at venda sær til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo.

Freistin at lata inn skrivlig boð (við brævi ella telduposti) saman við váttan um tøka fígging er mánadagin 22. september 2025, kl. 12:00. 

Myndasavn

Onnur tíðindi