Fráfaringarløta fyri Ludvíki

Ludvík Christiansen byrjaði sum sløkkiliðsmaður hjá Kvívíkar kommunu tann 26. januar í 1990. Hann hevur tí í samfull 35 ár verðið ein virkin partur av sløkkiliðnum.
Hetta starv hevur hann røkt til fulnar, bæði til venjingar og tá boð hava verið eftir sløkkiliðnum. Tað hevur ikki altíð verið so tespiligt, tá sløkkiliðið hevur verið kallað út. Men trúliga hevur Ludvík møtt upp.
Fyri nøkrum árum síðan komu fleiri nýggj sløkkiliðsfólk í sløkkiliðið. Tá varð gott at hava ein sum Ludvík, til at leggja lag á. Eisini hevur hann verið góður í ráðum hjá nýggju fólkunum.
Nú Ludvík er farin væl um pensiónsaldur, hevur hann valt at fara úr sløkkiliðnum. Á lítlari samkomu er dagurin hátíðarhildin í dag við hugnaligari løtu á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu, har sløkkiliðsfelagar og nærmasta familja var komin saman. Petur Müller, sløkkiliðsleiðari segði nøkur orð og borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen takkaði Ludvík fyri trúgv tænastu og handaði honum blómur og ein gávu.
Kvívíkar kommuna takkar Ludvík fyri trúgva og drúgva tænastu, og Harrans signing framyvir.
Onnur tíðindi
Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir skrivstovufólkið, at byrja frá 1. januar 2026 ella eftir avtalu.
Kvívíkar kommuna samtykti á fundi 28. august 2025, at broyta byggisamtyktina fyri Kvívík. Ætlanin er at broyta part av matr.nr. 191a og part av matr.nr. 402a í í Kvívík.
Frá leygardegnum 11. oktobur til mánadagin 20. oktobur er svimjihylurin stongdur.