Broyting í byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu
Kvívíkar kommuna samtykti á fundi 30. oktobur 2025, at broyta byggisamtyktina fyri Leynar. Í bústaðarøkinum í Leynum verða ásetingarnar broyttar frá B Bústaðarendamál til B1 Bústaðarøki fyri hesar ognir: Matr. nr. 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t, Leynar.
KUNNGERÐ
um broyting í byggisamtyktini
fyri
Kvívíkar kommunu
Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður sagt frá, at uppskot til broytingar í byggisamtyktini fyri Kvívíkar kommunu er samtykt av bygdaráðnum tann 30. oktober 2025.
Broytingaruppskotið liggur frammi til alment eftirlit frá 19. januar 2026 til og við 9. februar 2026.
Broytingin er hendan:
- Í bústaðarøkinum í Leynum verða ásetingarnar broyttar frá B Bústaðarendamál til B1 Bústaðarøki fyri hesar ognir: Matr. nr. 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t, Leynar.
Við broytingini verður loyvt at byggja hús og íbúðarbygningar til bústaðarendamál á umrøddu ognum.
Broytingaruppskotið liggur frammi á kommunuskrivstovuni, Frammi í Gerði 1, Kvívík. Opið er mánadag kl. 10-15 og hósdag kl. 13-15. Uppskotið liggur eisini á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu, www.kvivik.fo.
Mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot skulu verða send bygdaráðnum skrivliga, áðrenn 6 vikur eru lidnar frá kunngerðardegnum, sum er í seinasta lagi 2. mars 2026.
Kvívík, tann 16. januar 2026
Onnur tíðindi
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 19. august 2026 kl. 0900. Møtt verður við bústaðin á Heygnum 9 í Kvívík.
Frá týsdegnum 18. august 2026 verður svimjihylurin opin aftur sum vanligt.
Í samband við Urðardansin, sum verður 21. og 22. august 2026, má økið ruddast. Tí heitir kommunan á fólk, sum eiga lutir Niðri í Urð, um flyta bátar og bátavognar v.m. av markeraða økinum, áðrenn mánadagin 17. august 2026.
