Stykkið - Har hjartarúm er, er eisini húsarúm
Á Stykkinum er ikki neyðugt við landslagsmálningum á stovuvegginum. Tað er bara at draga gardinurnar frá, og har sært tú ljós og litir, sum eingin franskur impressionistur megnar at endurskapa: ein panoramamynd av Koltri, Hesti, Sandoynni – ja, sjálvt Suðuroyggin sæst úr køksvindeyganum.
Stykkið er niðursetubygd frá Kvívik. Tey fyrstu fólkini búsettu seg her í fyrru helvt í 19. øld. Upprunanavnið var tó ikki Stykkið, men “Solitude”. Hetta navnið kom frá einum presti, sum bleiv settur í starv í Kvívík. Hesin prestur hevði tørv á at kunna fáa frið, sita og studera og lesa. Økið her á Stykkinum hoyrdi til prestagarðin í Kvívík, so presturin bygdi sær eini hús her.
Bygdin er – sum navnið eisini bendir á – ein tann minsta í Føroyum. Men orðatakið “har hjartarúm er, er eisini húsarúm” vísir sítt virði á Stykkinum. Samanhaldið er gott, og gestablídni við, tí alsamt fleiri familjur hava valt at búsett seg á Stykkinum. Tá ið mann er staddur á Stykkinum, er tað ikki torført at skilja hví. Her í erva er bergtakandi útsýni, tú sært í allar ættir. Men ættirnar síggja eisini Stykkið, tí ábart er, og kann tað leika hart á um veturin.
Børnini á Stykkinum ganga í skúla og barnagarði í Kvívík. Annars er gott samband aðrastaðni. Bussar koyra, og teinurin til høvuðsstaðin hevur einki upp á seg, mestsum slætt allan vegin suður: eingi høg fjøll og einki tunnilsgjald.
Tveir býlingar eru á Stykkinum umframt tvinni hús frammi á Trøð. Upprunafólkini eru fá, nú á døgum eru mestsum bara tilflytarar á Stykkinum. Tú kundi kallað hetta fyri eitt multietniskt samfelag, tí tilflytararnir koma úr øllum heraðshornum: USA, Peru, Namibia og Danmark. Á Stykkinum búgva 39 fólk (2025).
Onnur tíðindi
Kvívíkar kommuna søkir eftir starvsfólkið til umsitingina. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv frá 15. mai til 31.desembur 2026. Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna. Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting og borgarstjóra.
Vegna Kvívíkar kommunu verða 6 grundøki lýst til sølu til bústaðarbygging. Talan er um matr. nr. 6o, 6p, 6q, 6r, 6s og 6t, Leynar.
Kvívíkar kommuna bjóðar við hesum út skúlakoyring av børnum í Kvívíkar kommunu frá skúlaársbyrjan 2026 til endan av skúlaárinum 2030.