Undantaksloyvi givið til at taða í Útihaga í Kvívík
Kvívíkar kommuna hevur hin 19. februar 2026 latið Dánjal Petur Müller undantaksloyvi til at taða uttanfyri taðingartíðarskeiðið.
Loyvið fevnir um matrikkulin 404 í Kvívík (festi Útihagi í Kvívík) í tíðarskeiðnum 19. februar til 14. mars og 16. oktobur til 31. desembur 2026. Undantakið er givið við teirri treyt, at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.
Onnur tíðindi
Í samband við, at kommunurnar skulu lata inn ferðavinnuætlanir til Landsstýrið, verða heimafólk, festarar og hagastýri bjóðað á fund. Borgarafundurin verður í Kvívík hóskvøldið 5. mars, kl 19:00 í Glæmuni. Kvívíkar kommuna
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu frá í dag, 27. februar 2026 og í seinasta lagi mikudagin 25. mars 2026 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna.