Tænastugjøld á tóm býli
Kvívívík kommuna hevur á fundi 30.10.2025 einmælt samtykt at áseta tænastugjald á tóm býli galdandi. Smtykt varð at gjaldið skal setast so høgt sum til ber og setast í gildi skjótt sum tað ber til. Á bygdaráðsfundi 29.01.2026 var samtykt at seta tænastugjaldi á 7945,- kr í gildi. Rokning verður send hálvárliga og fyrsta rokning verður send fyri seinna hálvár 2026.
Ásetingin byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum møguleika at krevja tænastugjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommunan kortini er áløgd at veita grundleggjandi tænastur fyri:
- Vatnveiting
- Fráveiting av kloakk
- Burturbeining av húsarhaldsburturkasti
- Brunatilbúgving
Lógin ásetur, at um ein kommuna velur at nýta hesa heimild, skal tænastugjaldið krevjast fyri øll tóm býli í kommununi, uttan mun til um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ei.
Tænastugjaldið er sett í samsvari við lógina soleiðis, at tað:
- hvílir í sær sjálvum
- fevnir einans um veruligar útreiðslur
- liggur undir ásettum hámarki fyri 2026, sum er kr. 7.945,- pr. býli.
Umsitingin hjá Kvívíkar kommunu hevur gjørt eina nágreiniliga útrokning av rakstrarkostnaðinum fyri viðkomandi tænastur. Bygt á miðal rakstrartøl fyri árini 2020–2024, og sambært upplýsingum úr bygningsskránni, er miðal kostnaðurin roknaður til kr. 8.064,- pr. býli um árið svarandi til 625 kr. pr. mðr.
Tænastugjaldið kemur í gildi 1. juli 2026. Kommunan hevur gjørt av gjaldið verður kravt inn hálvárliga og eigarar av tómum býlum fáa nærri kunning um innkrevjing og gjaldsfreistir seinni í vár.
Onnur tíðindi
Í samband við, at kommunurnar skulu lata inn ferðavinnuætlanir til Landsstýrið, verða heimafólk, festarar og hagastýri bjóðað á fund. Borgarafundurin verður í Kvívík hóskvøldið 5. mars, kl 19:00 í Glæmuni. Kvívíkar kommuna
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu frá í dag, 27. februar 2026 og í seinasta lagi mikudagin 25. mars 2026 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna.