Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini hósdagin 20. juni 2024 kl. 1000 Møtt verður við brúnna á sandinum við Leynarvatn, Leynar markatalsbygd.
Til viðgerðar: Umsókn um loyvi at umvæla ein ”vegastubba” við betong í Dalánni frammanfyri Leynavatn
hjá hagapartinum Presthaga, Frammi í Haga, í Kvívíkar markatalsbygd.
Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.
Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.
Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður
Onnur tíðindi
Á fundi í gjárkvøldið tann 02. desembur 2024 skipaði nývalda bygdarráðið seg í nevndir.
Vegna serligar umstøður, verða jólatrøini sum skuldu tendra fríggjakvøldið 29. novembur, ikki tendra fyrr enn týsdagin 3. desembur.