Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Útgivið 10. oktober 2024

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 2. desember 2024, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.

Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini at taka sær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um samrøður við børn og foreldur teirra – heimavitjanir - at ráðgeva børnum og familjum teirra - at seta neyðugar fyriskipanir í verk - skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist Barnaverndarnevndina og Høvuðsbarnaverndarnevndina.

Tann sum settur verður skal kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni, har arbeitt verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Barnaverndartænastan í VEKS heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av ferðing er knýtt at starvinum.

Vit ynskja, at tú hevur

  • útbúgving sum sosialráðgevi
  • góð samstarvsevni
  • royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav.
  • kt-førleika á brúkarastøði
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt
  • gott yvirlit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini skal Barnaverndartænastan móttaka barnaváttan, áðrenn persónur verður settur í starv.  

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu J. Mørkøre, leiðara á Barnaverndartænastuni á tlf. nr. 667271.

Umsókn saman við prógvum og cv. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. oktober 2024, og skal sendast til:

beinta@sunda.fo viðmerkt “umsókn Barnaverndartænastan”.

Ella til:

Sunda kommuna

Barnaverndartænastan

Oyrarbakkavegur 3

Postboks 10

400 Oyrarbakki

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Onnur tíðindi