Undir sjálvgreiðsluni kanst tú umvegis Vangan senda umsóknir til Kvívíkar kommunu.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum - samleikin.fo
Gev gætur at í fyrstu atløgu eru ikki øll umsóknarbløð tøk á Vanganum. Hesi og onnur umsóknarbløð finnur tú eisini her á heimasíðuni, men tey skulu sendast beinleiðis til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Restin av umsóknarbløðunum verða tøk á Vanganum, so hvørt tey eru klár.